Norðborg í Klaksvík við 300 tonsum av svartkjafti

Norðborg var á Klaksvík í dag við góðum 300 tonsum av frystum svartkjafti. Teir komu um fýratíðina og fóru avstaðaftur um sjeytíðina. Teir hava inni næstan til fullan túr og fóru útaftur at framleiða liðugt. Ætla at vera inni aftur leygarmorgunin. Tá er svartkjaftakvota teirra eisini liðug á hesum sinni. Síðani er ætlanin at fara eftir makreli, tá ið greiða verður fingin á loyvunum.

Eftir ætlan kemur Christian í Grótinum at hjálpa til her.