Teir báðir norsku luttakararnir í ársins Tour de France halda fram við at seta dám ársins kapping. Í gjár vann Thor Hushovd, og í dag eitur vinnarin Edvald Boason Hagen. Í gjár tapti Hagen fyri landsmanninum beint áðrenn málstrikuna, men í dag kundi eingin kappast við tann 24 ára gamla Sky-súklaran, sum av fleiri serkønum verður mettur sum tað størsta talentið í altjóða súkling nú.
Teir fýra favorittarnir, Alberto Contador, Schleck-brøðurnir og Cadel Evans, komu á mál ísenn í dag, so støðan teirra millum er óbroytt. Thomas Voeckler misti nakað av tíð í dag, men er framvegis í teirri gulu troyggjuni.