Tá eg sá teir fýra eysturoyar politikararnar í sjónvarpinum hetta kvøldið, har teir mótmæltu at rutan Tórshavn-Skálafjørðin sjóvegis varð niðurløgd, kendi eg aftur hetta fyribrigdið, at »hvat tú gert, ert tú við undirlutan«.
Hóast Skálafjørðurin í dag ikki beinleiðis kann sigast at vera nakar útjaðari, men altíð hevur verið tætt ? kanska ov tætt ? knýttur at sentraliseringini til høvuðsstaðin, er einki yvir at dylja, at støðan hjá teimum gerst nú alt meira og meira álarslig.
Er tað tilætlað frá
almennu fjølmiðlunum
Sjónvarpsfólkið Katrin Petersen ? haldi eg tað var ? hevði henda spurningin til Sámal Petur í Grund (nakað soleiðis): »Er tað nú aftur fýrsini vit skulu uppliva við tunnlum og øðrum«!
Tá ið løgmaður kom aftur við undirskrivaðu avtaluni millum danska ríkið og Føroyar, spurdi útvarpsmaðurin Helgi Jacobsen nakað so: »Anfinn, ert tú nú sikkur í, at peningurin ikki verður brúktur til tunnlar og annað«.
Hava tunnlar, brýr og vegir og fyri alt tað havnir verið ein vanlukka fyri hetta landið, sum almennu fjølmiðlafólkini gera tað til!
Lat meg gera vart við, at norðmenn vaksa um sítt stóra land við bæði ferjum, brúm og vegum út til ytstu støð við smáum bygdum.
Føroyingar minka um landið í stórum, og heldur lata peningin ? sambært hagtíðindi ? fara í umsiting av sær sjálvum.
At niðurleggja allar rutur, ið geva hall, tað er sjálvandi ein háttur at fáa avlop.
Í Vestmannasundi og Leirvíksfirði kann tað henda, hóast hesar rutur geva rakstrarligt avlop, at har hagtølini siga frá túrum á degi við ov lítlum fólki, mugu hesar leggjast niður.
Hetta hava vit sæð, tí vit hava verið vitni til nógv fleiri túrar um fjørðin fyrr.
Hóast økini úti um landið bera uppi vinnuliga og harvið búskaparliga, minka møguleikarnir at arbeiða har.
Niðurstøða
Vit eiga at gera okkum greitt, at »har sum ein býr, verður hjartað eisini«, og tá ið bæði almennu fjølmiðlafólkini og embætisfólkini undir landsumsitingini og fleiri politikarar skora undir í so stóran mun eina sentraliesring av hesum lítla landi, er torført at vinna uppfyri aftur.
Skulu vit venda gongdini, so vit kunnu sleppa undan avlagingini og at vit vinnuliga fáa kappingarførið aftur í samfelagið, verður neyðugt við sterkum lúti
Jógvan við Keldu,
løgtingsmaður