Ovfarakæti setur sín dám á norsku miðlarnar í dag, eftir at 17 ára gamli Jakob Ingebrgitsen gjørdist Evropameistari í renning á 1500 metra teininum fríggjakvøldið.
Merkiskvert er, at tveir eldri brøður, Henrik og Filip Ingebrigtsen fyrr hava verið Evropameistarar. Teir báðir vóru eisini við á teininum, og tað var Henrik, ið flestu norðmenn væntaðu fór at liggja millum teir fremstu.
Men yngsti bróðirin, hin 17 ára gamli Jakob tók øll á bóli í sínum fyrsta Evropameistaraskapi, og vann gull eftir ein tepran endaspurt.
Viðmerkjarin á norska NRK var sum vera man á gosi.
- "Hann hevur enn ikki fingið koyrikort, men hann er longu Evropameistari", segði viðmerkjarin Jann Prost
Gullvinnarin sjálvur segði seg ikki fata hvat var hent. "Eg hugdi eftir talvuni og sá at har stóð nummar eitt við navnið hjá mær, men eg skilti tað ikki" tók Jakob Ingebrigtsen til.
Sjálvur sigur ungi meistarin at hann er best á 5000 metra teininum, og her fær hann høvi at vísa seg fram í kvøld klokkan 20.00