Tá ið tú kemur koyrandi úr Norðoyatunlinum til Leirvíkar, er tunnilsvegurin bundin í kommunala vegin á vegamótinum út á Vík. Tað er gjørt sambært sáttmála millum P/f Norðoyatunnilin og Leirvíkar kommunu.
Hesin sáttmáli fer úr gildi tann 31. desember í ár, og sambært heimasíðuni hjá Leirvíkar kommunu kann tað henda, at einki samband verður á nýggjárinum.
Sagt verður, at enn røkist einki fyri einari varðandi loysn av vegaføringini. Myndugleikarnir nokta at gera íbinding í Víkavegin í samband við vegin gjøgnum bygdina. Og higartil hava hvørki landsstýri ella løgting gingið áheitanini frá bygdarráðnum á møti um at leggja landsvegin uppi á Brekkum. Sum støðan er nú, verður tí ikki brúk fyri fyri íbindingini í Víkavegin, sum upprunaliga ætlað.
- Fyri at hetta málið ikki skal koma óvart á nakran av pørtunum, hevur kommunan kunnað myndugleikarnar um, at neyðugt er at søkja kommununa um at longja íbindingarloyvið til tunnilsvegin. Verður einki gjørt rættiliga skjótt, er vandi fyri at eingin íbinding verður millum tunnilsvegin og kommunala vegin í Leirvík aftan á nýggjár, skrivar kommunan á heimasíðuni.