Norðoyingar eiga størstu børnini

Børnini hjá norðoyingum eru væl tyngri enn í restina av landinum. Hetta er ein av niðurstøðunum í heilsulýsing Landslæknans fyri 2006

Tað er ein royndur lutur, at miðalvektin hjá føroyskum børnum sum heild er høg. Men munur er eisini á miðalvektini hjá børnunum, alt eftir hvar í landinum tey eru frá. Í kanningini, sum landslæknin hevur gjørt, sæst, at miðalvektin hjá børnum í høvuðsstaðarøkinum er lægst við 3546 g. Síðani kemur Suðuroy við 3570 g, Eysturoy við 3630 g. restin av Streymoy 3640 g, Vágoy 3681 g., Sandoy 3697 g. og Norðoyggjar í toppinum, næstan 200 g. omanfyri høvuðsstaðin, við 3730 g.

Pál Weihe, yvirlækni á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu sigur við Portalin, at tað kann hava ávirkan, at fólk norðanfyri eta nógvan mat úr sjónum. Hann vísir eitt nú til kanningarúrslitini hjá Sjúrði Olsen, professara, sum vístu, at orsøkin til at føroysk børn eru væl størri enn donsk, helst er at finna í, at vit eta lutfalsliga nógvan havfita, ella marinar feittsýrur.

- Men hóast norðoyingar fingu størst børn í 2006, so ber ikki til at gera nakra haldgóða niðurstøðu. Tá mugu vit granska nærri, um burðarvektin er hægri ár um ár, ella um 2006 var eitt serligt ár, sigur Pál Weihe.


Fáir keisaraskurðir

Heilsulýsing Landslæknans vísir eisini, at hóast norðoyingar eiga hesi stóru børnini, so er tað sum oftast á natúrligan hátt. Bert 7,7 prosent av føðingunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi enda við einum keisaraskurði, meðan hetta sama talið fyri Suðuroyar Sjúkrahús er heili 24,6 prosent, ella fjórði hvør barnsburður. Fyri Landssjúkrahúsið er talið 18,1.