Norðpólurin berur um 15 ár

Nýggjar mátingar vísa, at tað hevur ongantíð verið so lítil ísur við Norðpólin sum nú

Eftir tveimum árum er ísøkið við Norðpólin minkað eina mió. ferkilometrar, sum svarar til víddina á Fraklandi og Týsklandi tilsamans, og í gjár var tað 2,5 mió. ferkilometrar minni, enn tað var í meðal í árunum frá 1978 til 2000.

 

- Vit hava mátað ísin tey seinastu 50 árini, men vit hava ongantíð sæð nakað tílíkt fyrr. Ísurin er minkaður nógv tey seinastu árini, men í ár er hann minkaður óvanliga nógv, sigur Leif Toudal Pedersen við JyllandsPostin. Hann vísir á, at fyrr hava serfrøðingar mett, at í ringasta føri kundi ísurin við Norðpólin hvørva um eini 30 ella 40 ár, men við verandi gongd verður tað longu um eini 15 ella 20 ár. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, heldur hann.

 

- Hetta kemst fyri ein stóran part av tí veksandi hitanum á Jørðini, men vit hava heft okkum við, at í ár er óvanliga nógvur ísur komin frá Sibir norðir til Norðpólin og haðani suður við grønlendsku eysturstrondini, har hann bráðnar, sigur Leif Toudal Pedersen, sum verður roknaður sum ein tann fremsti serfrøðingurin á sínum øki.

 

 

Spurningur um tíð

 

Ein annar danskur serfrøðingur, Eigil Kaas, sigur seg vera ørkymlaðan av, at ísurin við Norðpólin minkar so skjótt.

 

- Hetta er ræðandi. Ja, longu í 2005 var gongdin ræðandi, men hetta er uppaftur verri. Hetta vísir, at tær daprastu forsagnirnar eru beinar, og nú er tað bara ein spurningur um, hvussu skjótt tað gongur, sigur Eigil Kaas, sum er professari í veðurfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.