Norðskálatunnilin liðugur um eini tvey ár

Landsverkfrøðingurin, Oyvind Brimnes, sigur, at Norðskálatunnilin helst verður opin aftur fyri vanligari ferðslu um eina viku ella so.
- Vit mettu, at tunnilin fór at vera stongdur í tvær vikur, men helst verður arbeiði, sum ger, at hann nú er stongdur, liðugt fyri ta tíð, sigur hann.

Ferðsla

Fólk, sum dagliga ferðast gjøgnum Norðskálatunnilin, skulu ikki vænta, at hesin verður turrur og góður, tá ið hann verður latin uppaftur fyri vanligari ferðslu um eina viku ella so, tí pláturnar, sum halda vætuni burtur av koyribreytini, koma ikki uppundir aftur enn.
- Tað, sum nú verður gjørt, er spreingiarbeiði og grótarbeiði í samband við tey trý møtiplássini, sum gerast skulu, sigur Oyvind Brimnes.
Hann vísir á, at møtiplássini í Norðskálatunnlinum verða størri enn tey, sum eru í eitt nú Signarbøartunnlinum.
- Men hetta er bara ein lítil partur av øllum tí, sum vit eru í holt við, nú tunnilin verður dagførdur.
Oyvind sigur, at møtiplássini eru ein partur av trygdini, soleiðis at tey tungu akførini kunnu venda og koyra útaftur, haðani tey komu inn, um t.d. ein vanlukka hendir, og eldur kemur í.
Spurdur, um hetta eru trygdarkrøv, sum skulu lúkast, sigur landsverkfrøðingurin, at í prinsippinum eru eingi slík krøv her heima.
- Men vit hava lagt okkum eftir at fylgja norsku reglunum um tunnlar, sigur hann.


Nógv skal gerast

Oyvind sigur, at tað er altíð torført at máta trygd, men arbeiði, sum landsverkfrøðingurin er í holt við í Norðskálatunnlinum, er rættiliga umfatandi og kemur helst at fevna um eini tvey ár aftrat.
- Vit hava valt at dagføra tunnilin og taka hendur um trygdina, nú loftið kortini verður reinsað fyri leyst grót og vegabreyt og dren skulu setast í stand.
Hann sigur, at alt, sum gerast skal, er rættiliga umfatandi, og pengar eru ikki til alt hetta í ár.
- Eg vænti, tað fer at taka eini tvey ár, áðrenn alt, sum gerast skal, er liðugt, sigur Oyvind Brimnes.
Hann vísir á, at ljós, ventilatión, antennur, neyðtelefonir og eldsløkkjarar skulu setast uppí Norðskálatunnlinum.
- Komandi ár verður vegabreytin gjørd av nýggjum, eins og ljós verða sett upp. Síðan fær tunnilin ventilatión, og trygdarútgerðin verður sett upp, sigur Oyvind.


Nýggjar plátur

Sum skilst, kunnu fólk rokna við, at Norðskálatunnilin verður vátur og myrkur leingi aftrat, tí pláturnar, sum eru tiknar undan loftinum, skulu ikki uppaftur, og tí fer vatn framvegis at renna niður á koyribreytina.
Landsverkfrøðingurin sigur, at hesar plátur verða skiftar út við aðrar og betri plátur, sum verða sproytaðar við fipraðum betongi.
- Hetta verður ein permanent loysn, sum eitt nú norðmenn nýta til at tryggja loftið í tunlum við. Men hetta arbeiði verður ikki gjørt enn, sigur Oyvind Brimnes.