Norðuratlantisk fótbóltsfinala

Fótbóltur: Hóskvøldið 22. apríl verður ein norðuratlantisk fótbóltsfinala á ovara vølli í Gundadali. Tá fáa føroysku meistararnir og steypavinnararnir, HB, vitjan av íslendsku meistarunum og steypavinnarunum, IBV úr Vestmannaoyggjunum

Føroyingar hava hetta seinasta árið fingið alsamt størri áhuga fyri íslendskum fótbólti, eftir at teir báðir landsliðsleikararnir, Jens Martin Knudsen og Uni Arge, eru farnir at spæla við felagnum Leiftur av Ólafsfirði.


Banamenninir hjá Leiftri á vitjan

Tað gekst heilt væl hjá Leiftur í íslendsku kappingini í fjør, og í steypakappingini spældi Leiftur seg í finaluna, har teir tó noyddust at lúta fyri IBV úr Vestmannaoyggjunum, sum eisini gjørdust íslendskir meistarar.

Leiftur var í heyst á vitjan í Føroyum, og nú er túrurin so komin til, at IBV kemur at vitja her á klettunum. Vertir hjá íslendsku greipuvinnarunum eru føroysku greipuvinnararnir, HB, og liðini fara at spæla ein innanhýsis dyst, meðan íslendingarnir eru her.

IBV kemur til Føroya hósdagin 22. apríl, og sama kvøld fara IBV og HB á vøllin í Gundadali at spæla ein dyst, sum man nærum kann kalla ein norðuratlantisk finala. Tað er eisini áhugavert, at hesi bæði liðini hava góðan møguleika at hittast seinni í ár, tá ið tey skulu luttaka í Europa-Cup fyri meistarar. Um fyrrverandi HB-leikarin, Uni Arge, verður við á liðnum hjá HB meldar søgan tó einki um, men tað er tó greitt, at høvuðsstaðarliðið hevur stórar trupulleikar við at manna álopið hjá sær, tí at nógvir mans eru skaddir.

Á heimasíðuni hjá íslendsku meistarunum stendur, at vitjan í Føroyum er fyrsti liðurin í eini ætlan um tætt samstarv, sum IBV og HB hava gjørt.