Norðuratlantisk skrivstova í forsætismálaráðnum

Á ríkisfundinum í Grønlandi segði Poul Nyrup Rasmusen, at ein norðuratlantisk skrivstova í forsætismálaráðnum frá 1. januar í ár fer at taka sær av viðurskiftum, sum hava við Føroyar og Grønland at gera

Á ríkisfundinum, sum í gjár var í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, millum teir tríggjar »ríkispartaleiðararnar«, Jonathan Motzfeld, Poul Nyrup Rasmussen og Anfinn Kallsberg, segði Poul Nurup Rasmussen m. a., at hann í framtíðini fer at taka Grønland og Føroyar meira upp á ráð í uttanríkispolitikkinum, tá tað um føroysk og grønlendsk viðurskifti ræður.


Eisini bjóðaði Jonathan Motzfeldt føroyska løgmanninum til Grønlands komandi ár at hátíðarhalda, at tað eru 1000 ár síðani Leivur Hepni fann Amerika.