Sambært uttanríkisráðnum í Washington komu norðurkoreansku embætismenninir við upplýsingunum, tá amerikanski sendimaðurin James Kelly var í Norðurkorea fyrr í hesum mánaðinum.
Samstundis sigur sjónvarpið CNN seg hava fingið at vita frá álítandi keldum í amerikansku umsitingini, at James Kelly varð ikki sørt skelkaður, tá hann undir vitjanini í Norðurkorea hitti Kang Suk-ju, sum er ein av teimum fremstu ráðgevunum hjá Kim Jong-il, forseta. á fundinum teirra millum skal Kam Suk-ju hava sagt, at sjálvandi hevur Norðurkorea eina loyniliga kjarnorkuvápnaætlan, og at landið hevur nóg mikið at plutonium til at gera í hvussu er tvær kjarnorkuløðingar. Sambært CNN legði norðurkoreanski embætismaðurin afturat, at tíðindi hansara áttu ikki at koma óvart á James Kelly, tí amerikanska stjórnin visti sjálvandi, at Norðurkorea hevur havt eina loyniliga kjarnorkuvápnaætlan í fleiri ár.
Amerikanska stjórnin sigur, at kjarnorkuvápnaætlanin hjá norðurkoreanum stríðir ímóti einum sáttmála frá 1994. Í hesum sáttmála bant Norðurkorea seg til at steðga øllum møguligum kjarnorkuvápnaætlanum, aftur fyri at USA lat landinum tveir smáar kjarnorkureaktorar. Hesir reaktorarnir kunnu ikki gera plutonium, ið verður nýtt sum spreingievni í kjarnorkuvápnum. Men norðurkoreanska stjórnin vil vera við, at sáttmálin frá 1994 er ikki í gildi longur.
Amerikanska uttanríkisráðið sigur, at tað ætlar at fáa eina friðarliga loysn á ósemjuni við Norðurkorea. Tað sama sigur tann suðurkoreanska stjórnin, og amerikanska uttanríkisráðið umhugsar møguleikan at lata vápnaeftirlitsmenn hjá ST fara til Norðurkorea at kanna viðurskiftini.