Norðurkorea kann raka mál í USA

Myndugleikarnir í Norðurkorea siga nú, at landið hevur rakettir, sum bera so langt, at tær kunnu raka mál í USA. Almenna tíðindastovan sigur frá verjumálaráðnum, at har ráða tey yvir nóg stórari hermegi til at taka fíggindan á bóli.

Boðini frá stýrinum í Norðurkorea hava ivaleyst samband við, at Suðurkorea og USA hava avtalað, at amerikanararnir skulu koma við størri rakettum, sum kunnu raka øll mál í grannalandinum.

Í apríl gjørdi Norðurkorea eina roynd við einari langtberandi rakett, men royndin miseydnaðist, og rakettin fór í havið stutt úr landi.