Norðurkorea váttar nú, at landsins sjóverja tók eitt suðurkoreanskt fiskiskip tann 8. august. Suðurkorea hevur fleiri ferðir kravt at fáa skip og manning aftur. -Eitt suðurkoreanskt skip, sum fiskaði í okkara parti av Japanska Havinum, varð tikið tann 8. august, sigur tann almenna norðurkoreanska tíðindastovan KCNA, sum leggur afturat, at málið er enn til kanningar.
Myndugleikarnir í Suðurkorea hava fleiri ferðir heitt á grannalandið um at sleppa skipi og manning og vísa á altjóða lóg og siðir.
Norðurkoreanska sjóverjan tók skipið, júst sum herskip úr Suðurkorea og USA høvdu eina stóra venjing í Gula Havinum.