Útbygging
Norðurlandahúsið skal nú útbyggjast, og tá ið útbyggingin er liðug, fer húsið tilsamans at kunna rúma eini 800-900 fólkum til stórar ráðstevnur og onnur tiltøk.
Útbyggingin, sum fer í gongd seinni í vár, fevnir um tilsamans 500 fermetrar av gólvvídd, harav einir 350-380 fermetrar verða undir jørð.
Bygt verður í tveimum hæddum.
Tríggir høvuðspartar
Ola Steen, sum í 1977 vann arkitektakappingina um Norðurlandahúsið, ið annars stóð liðugt í 1983, sigur, at útbyggingin býtir seg í tríggjar høvuðspartar.
- Í fyrsta lagi verður talan um hølir til ráðstevnur og fundarvirksemi annars. Í øðrum lagi fær húsið serstøk hølir til barna-og ungdómstiltøk, og í triðja lagi verða nýggj hølir bygd til framsýningar av ymiskari list.
Ola Steen, sum eisini hevur teknað hesa seinastu útbyggingina, sigur, at uppgávan hjá honum hevur verið at laga nýggja tilbygningin til húsið annars og til landslagið, samstundis sum uppgávan hevur verið, at nýggju hølini fella inn í Norðurlandahúsið annars.
Spurdur, um tað fer at skapa nakrar trupulleikar, at tann stóri salurin, sum kemur aftrat, verður bygdur undir jørð, sigur hann, at so verður ikki.
- Tað verður heldur tvørtur ímóti, tí tá verður uppaftur lættari at regulera ljósið - alt eftir, hvørjir aktivitetirnir eru, sigur Ola Steen.
Børn og ung
At børn og ungdómur annars fáa síni egnu høli, hevur eisini sínar fyrimunir.
- Sjálvandi hevur hesin bókur atgongd til Norðurlandahúsið eins og øll onnur hava, men nú fáa tey so síni serstøku høli, og tað ger umstøðurnar uppaftur betri, sigur arkitekturin.
Sum er, rúmar stóri salurin í Norðurlandahúsinum eini 400-500 fólkum og nýggi salurin, sum verður bygdur aftrat, kemur at rúma sløkum 200 fólkum.
- Hetta merkir, at Norðurlandahúsið fer at kunna rúma umleið 800-900 fólkum í senn, tá ið alt húsið verður brúkt, sigur Ola Steen, arkitektur.
Niels fegnast
Stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, fegnast um, at útbyggingin nú fer í gongd í næstum.
Hann sigur, at nýggju umstøðurnar fara at gera, at Norðurlandahúsið í fyrsta lagi fer at kunna rúma fleiri ymiskum aktivitetum í senn, og haraftrat fer húsið eisini at kunna rúma nógv størri ráðstevnum og tiltøkum, enn higartil hevur verið møguligt.
Niels Halm vísir á, at nú tosað verður so nógv um sjálvstøðuga føroyska umboðan í Norðurlandaráðnum, fer útbyggingin eisini at merkja, at umstøður verða at rúma árliga fundinum hjá Nordisk Ministerråd, um tað kemur upp á tal.
- Á hesum fundi, sum skiftir ímillum londini, eru eini 700-800 umboð, og við hesi útbyggingini verður eisini høvi hjá føroyingum at bjóða seg fram, sigur stjórin í Norðurlandahúsinum.
Útbyggingin av Norðurlandahúsinum fer at kosta einar 16 miljónir krónur.