Norðurlendsk fakpolitisk sjúkrasystra-

Í døgunum 7. og 8. sept. verður SSN ráðstevna hildin í Føroyum. Limalondini í SSN (Sjúkrasystra Samstarv í Norðurlondum) eru: Danmark, Noreg, Svøríki, Finland, Ísland og Føroyar.

 


Sjúkrasystrafelag Føroya hevur verið virkin limur í SSN síðan 1. jan. 1998. Í SSN eru 2 stýrisfundir árliga, og ein fakpolitisk ráðstevna, har ymisk aktuel mál verða viðgjørd. Vertir fyri fundinum eru limalondini uppá skift. Júst hesa ráðstevnu hevur verið sæð fram til, bæði tí at hetta er fyrstu ferð at Sjúkrasystrafelag Føroya er vertur, og tí at SSN júst í ár hevur 80 ár á baki. Sjúkrasystrafelag Føroya hevur gjørt eitt drúgvt fyrireikingararbeiði til stevnuna, soleiðis at útlendsku luttakararnir, umframt at kenna seg vælkomnar, fáa eina góða og gevandi ráðstevnu.

Í lógunum hjá SSN, ið vóru viðtiknar í 1920, stendur, at endamálið er at SSN er ein samstarvsstovnur, har umboð fyri limafeløgini geva sítt íkast til at menna heilsutænastuna sum heild og serliga sjúkrarøktaryrkið í Norðurlondum. Fyri at styrkja hesa menning, skal SSN eisini taka upp samstarv við viðkomandi norðurlendsk, europeisk og alheims feløg.

Ávís felags evni verða umrødd til ráðstevnurnar, tað verið seg faklig, organisatorisk, lønar og setanarviðurskifti hjá limunum. Henda ráðstevnan hevur fingið heitið »Sykepleje i en teknologisk tidsalder« og eru tað fólk við serkunnleika innan hetta økið, ið verða fyrilestrarhaldarar.

Hotel Føroyar verður karmur um ráðstevnuna.

Í sambandi við at teir norðurlendsku formenninir eru í Føroyum, verður limafundur í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 8. sept., har evnið verður: Hvørjar broytingar eru væntandi innan organisatiónspolitikk í 2100 øld. (5 - 10 - 15 ár).