Norðurlendskar, grikskar ella italienskar frikadellur

Hendan uppskriftin er so sera einføld og tú kann krydda hana júst sum tær listir. Mær dámar væl at gera eina lekkra tomatsós aftur við frikadellunum, sum eg havi kryddað við oregano og basilikum. Tað besta er, at sósin kann frystast niður og verður tikin upp tá børnini ynskja Spaghetti og kjøtsós til døgurða, so sera lætt og einfalt, tá tað skal ganga skjótt fyri seg.

Sí basis frikadelluuppskiftina niðanfyri.

 

 

Tilfar:

Frikadellur úr neytakjøti til uml. 4 pers.

500g hakka neytakjøt

2 smáir leykir

2 fet av hvítleyki

1 egg

1,5 dl mjólk

75g hveitimjøl (Havragrýn kann eisini nýtast)

1,5 tsk. salt

Eitt buntið av hakkaðari persillu (ikki neyðugt)

Smør til at steikja við

 

Mannagongd

Hakka leykin og hvítleykin fínt

Blanda tilfarið saman, soleiðis at tað verður til frikkadellufars

Forma farsið við einari spísiskeið í lógvanum

Síðani skulu tær steikjast á einari pannu við smøri við miðal hita, til tær eru gjøgnumsteiktar.

 

 

Hugskot til tilhoyr

Tað riggar væl at hava ovnsteikt epli, rótfruktir afturvið og tzatziki ella lættan dressing.

 

 

Tomatsós

Tilfar

3-4 blikk av hakkaðum tomatum

1 fínt hakkaðan leyk

2 oksa terningar (morlast niður í grýtuna)

3 spísiskeiðir av Basilikum (ofta meira)

1-2 fet av fínt hakkaðum hvítleyki

 

MANNAGONGD

Koyr alt í eina grýtu og rør væl, lat kóka í einar 15 mín.