Skip sum taka umhvørvisatlit sleppa bíligari í Tórshavnar havn

Tórshavnar havn gjørdist í fjør limur í norðuratlantiska umhvørvisfelagsskapinum Environmental Port Index

Limaskapurin merkir, at útlátið av ferðamannaskipunum, sum koma í Tórshavnar havn, verða máld. Skipini skulu boða frá sínum útlati, sum síðani verður skrásett í einum dátugrunni.

 

Ferðamannaskipið Ultramarine, sum lá við bryggju í Tórshavnar havn í gjár, var fyrsta skip at skráseta dálking í dátugrunnin.

 

Tá nóg mikið av dátum eru savnaðar saman, verður ein prísskipan gjørd, soleiðis at gjaldið hækkar, tess meira eitt skip dálkar.

 

- Vit vóna at fáa tey skipini sum dálka minni, tí á henda hátt fáa tey reiðaríini, sum hava gjørt átøk fyri at dálka minni, ein fyrimun. Ikki bara við olju, men eisini øðrum avfalli, sigur stjórin hjá Tórshavnar havn, Hanus Mikkelsen.