Norðurlendskir talvdagar í Føroyum

Árliga norðurlandameistarakappingin fyri juniorar verður hildin um vikuskiftið í Norðurlandahúsinum. Føroyingar rokna í ár við bæði gull og silvuri

TALV

Hetta vikuskiftið er Norðurlandahúsið í Føroyum karmur um norðurlandameistarakapping fyri juniorar í talvi. Teir flestu av teimum bestu ungdómstelvarunum í Norðanlondum luttaka í kappingini.
Kappast verður í fimm aldursbólkum, og hvørt land hevur tveir luttakarar í hvørjum bólki, soleiðis at hálvtrýss luttakarar eru við kappingini ? tíggju frá hvørjum landi.

Ein heiður
Formaðurin í talvsambandi Føroya, Rani Nolsøe, segði við setanina av kappingini, at tað er ein stórur heiður fyri Talvsambandið at sleppa at fyriskipa eina tílíka kapping.
?Karmarnir í Norðurlandahúsinum eru nakrir av teimum bestu, ein kann ynskja sær til eina tílíka kapping. Eg havi sjálvur verið til nógvar kappingar uttanlands, og karmarnir í Norðurlandahúsinum eru millum teir bestu, eg havi upplivað, sigur Rani Nolsøe.
Tað er í samtarvi við Nordisk Skakunion, at kappingin verður fyriskipað. Kappingin gongur upp á skift millum londin, og seinast kappingin var í Føroyum var í 1997.
Kostnaðurin at fyriskipa eina tílíka kapping er áleið 140.000 kr. Spælararnir fáa nakrar smáar virðislønir, men tað er serliga í sambandi við fluttning, at pengar skulu til.
?Vit hava verið so hepnir at fáa fleiri góðar stuðlar í vinnulívinum og frá Tórshavnar kommunu. Saman við tí góða samstarvsviljanum og stuðlinum frá Norðurlandahúsinum letur tað seg gera at skipa fyri einari tílíkari kapping í Føroyum, sigur Rani Nolsøe.

Gull og silvur
Tað er ikki bert fyri Talvsambandið, at kappingin hevur týdning. Tað er ikki minst fyri leikararnar.
?Tað hevur ótrúligan stóran týdning fyri spælararnar ? sum avbjóðing og uppliving. Eins og áður, so royna vit at gera ein talvskúla, meðan kappingin er, har leikarar kunnu fáa vegleiðing og konsentrera seg hundrað prosent um telvingina, sigur Rani Nolsøe.
Jacob Aagaard, International Mesto, er royndur venjari, sum til dagligt ikki fæst við annað enn talv. Hann hevur vant nakrar av føroysku leikarunum upp til kappingini.
Bæði hann og hini í fyrireikingarbólkinum hjá Talvsambandi Føroya hava góðar vónir til, at í hesari kappingini fer at enda við bæði gull og silvuri til føroyskar telvarar.
?Eg vil ikki siga, at teir eru favorittar, men teir hava góðar møguleikar at gera seg galdandi, sigur Jacob Aagaard.
Tað eru serliga eldru telvararnir, Martin Poulsen, føroyameistarin Hans Kristian Simonsen og Olaf Berg, ið hava møguleika at skara framúr. Føroyar hava í alt vunnið fimm bronsuheiðursmerki við hetta høvi áður, men einki tyngri metal.
Meðan Jacob Aagaard serliga hevur vant við hesum trimum leikarunum, so hava allir føroysku luttakararnir intenst fyrireika seg ta seinastu vikuna.
Telvararnir úr Føroyum vórðu tiknir út eftir úttøkukappingar, sum vórðu hildnar herfyri.