Nordbrandt fekk virðislønina

Danin Henrik Nordbrandt fekk í gjár Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Klokkan 10:30 í gjár kunngjørdi dómsnevndin undir Norðurlandaráðnum, at 54 ára gamli yrkjarin Henrik Nordbrandt fær Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið ?Drømmebroer? frá 1998.

Hetta er 39. ferðin, at virðislønin áljóðandi 350.000 krónur verður latin. Fyri 9. ferð fær ein dani heiðurin. Í fjør fekk Pia Tafdrup virðislønina.

Henrik Nordbrandt fær virðislønina handaða í samband við ráðstevnu hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn tann 6. mars.

Henrik Nordbrandt hevur í mong ár búleikast í Spania og Turkalandi og er í løtuni í Malaga. Hann hevur fingið mangar virðislønir fyri skrivligu avrik síni, sum m.a. eru fleiri enn 20 yrkingasøvn, esseys, tvær barnabøkur, og ein kókibók.

Bókin hjá Oddvør Johansen, ?Í morgin er aftur ein dagur? var innstillað til heiðurslønina, men kom ikki upp í part, tí týðarin gjørdist ikki liðugur til ásettu tíð. Bókin verður ístaðin við aftur næsta ár.