Norðoya Sparikassi: 13,7 milliónir krónur í avlopi

Ein av teimum smærru bankunum í føroyska bankaheiminum Norðoya Sparikassi, hevur í dag kunngjørt ársúrslitið fyri 2015, ið gjørdist eitt avlop á 13,7 milliónir krónur eftir skatt.


Talan er um framgongd á 2,2 milliónir krónur samanborið við síðsta ár, tá bankin hevði eitt yvirskot á 11,5 milliónir krónur eftir skatt. í 2014.


Vøksturin í útlánum og ábyrgdum var 4,4 prosent ella 70,6 milliónir krónur. Útlánini øktust úr 1.535 til 1.598 milliónir krónur, og ábyrgdirnar øktust úr 56 milliónir krónur upp í 64 milliónir krónur.


Vøksturin í innlánum var 9,4 prosent ella 170 milliónir krónur – úr 1.804 milliónum krónur upp í 1.973 milliónir krónur. Innlánsavlopið øktist aftur í 2015 – hesaferð við 107 milliónir krónur og var 376 milliónir krónur við ársenda 2015.


Líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum er 5 prosent. Sparikassin hevur merkt stóran áhuga fyri at seta pening í ábyrgdarfæ. Samlaða ábyrgdarfæið var við árslok 2015 16.470.000 krónur, móti 10.727.000 krónur í 2014. Hetta er ein øking upp á 5.743.000 krónur, ella 53,5 prosent.


Gjaldførið er gott. Við ársenda 2015 var yvirdekningurin sammett við lógarkravið 170 prosent.


Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2015 var solvensurin 19,0 prosent, meðan individuelli solvenstørvurin var 9,5 prosent. Harvið var solvensyvirdekningurin 9,5 prosentstig.


Umboðsráðsfundur verður hósdagin 17. mars 2016.