Norðurkorea takkar nei til koppingarevni

Landið, sum sambært sær sjálvum ongan koronu-tilburð hevur havt higartil, heldur, at koppingarevni heldur eigur at gevast til tey sum treingja.

 

 

 

 

Longu í januar mánaði í 2020, tá koronu-virusið byrjaði at spjaða seg úr grannalandinum Kina, stongdi Norðurkorea síni landamørk. Síðan tá hevur landið sambært Heimsheilsustovninum WHO sagt, at tey ikki hava staðfest ein tann einasta koronu-tilburð.

 

Týsdagin í síðstu viku upplýsti Unicef yvirfyri Wall Street Journal, at Norðurkorea hevur sagt nei takk til tríggjar miljónir skamtar við kinesiska koppingarevninum, Sinovac. Koppingarevnið verður deilt út gjøgnum Covax-samstarvið, sum tað verður rópt.

 

Sambært Unicef siga heilsumyndugleikarnir í Norðurkorea, at tey ynskja ikki koppingarevnið, nú altjóða eftirspurningurin eftir heilivágnum er so stórur.

 

Eisini í juli avvísti Norðurkorea eina sending við AstraZeneca. Landið skuldi annars fáa tilsamans 1,9 miljónir skamtar, sum hevði verið nóg mikið til at koppsett sjey prosent av fólkinum í landinum.

 

Tilsamans búgva 26 miljónir fólk í Norðurkorea.

 

Hóast landið sigur, at tey onga koronu-smittu hava, hava tey í Norðurkora kortini havt strangar reglur. Umframt at landamørkini hava verið stongd, hevur eisini verið sýtt fólki at ferðast innanlands, eins og reglurnar um sóttarhald eru strangar.

 

Í einari talu til kommunistaflokkin hósdagin legði norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, dent á, at fólkið í landinum noyðist at fyrireika seg til tiltøk, sum koma at vara leingi. Hann segði eisini, at landamørkini vera verandi stongd, hóast negativu árinini, sum hetta hevur á búskapin og møguleikarnar til matvørur.

 

- Vit mugu vera greið yvir, at fyribyrging av farsóttini er ein uppgáva, sum hevur velduga stóran týdning. Tí kunnu vit ikki gera frávik í reglunum bara í eina pinkulítla løtu, segði norðurkoreanski leiðarin.

 

Einstakir serfrøðingar halda, at orsøkin til, at Norðurkorea ikki vil hava koppingarevni nú, botnar í, at landið ynskir eitt enn betri koppingarevni enn tey, sum higartil eru á marknaðinum.