Norðurlandaráðið til Føroyar í komandi viku

87 norðurlendskir politikarar og nakað tað sama av embætisfólki, tilsamans eini 150 fólk, koma hendavegin í komandi viku, har árligi summarfundurin skal haldast í Havn. Mikudagin tann 24. og hósdagin 25. juni verður fundast á Læraraskúlanum

Hetta er á fyrsta sinni í hálvthundrað ára søgu Norðurlandaráðsins at samlaða ráðið heldur fund í Føroyum. Undan hesum hava ymsu nevndirnar undir Norðurlandaráðnum fundast her, men nú koma yvir 150 fólk hendavegin, 87 politikarar og nakað tað sama av embætisfólki, at halda sín árliga summarfund.

Orsøkin til, at Føroyar verða karmur um summarfundin í ár, er tann, at føroysku limirnir í ráðnum seinastu tvey árini, Jørgin Niclasen og Marita Petersen, hava víst á gongdina í Norðurlandaráðnum, har alt meiri hevur snúð seg um norðurlond mótvegis ES og einum ovurstórum áhuga móti Baltikum, síðan kommunismunar fall.


Føroyar á kortið

Skandinavia og Finnland hava vent eyguni suðuryvir og eysturyvir, meðan londini í útnorður, Føroyar, Ísland og Grønland, hava verið um at detta burtur ímillum.

Tað hevur nú borið ávøkst at gjørt hevur verið vart við hesa gongd, og í fjør varð so avgjørt at hava summarfundin í Føroyum.


Døpur útlit

Jørgen Niclasen sigur í viðmerking, at áhugin í Norðurlandaráðnum nú er vaksandi fyri útnorður londunum, har føroyska, íslendska og grønlendska málini hava verið viðgjørd í ráðnum, og á skránni fyri henda fundin er m.a. framhaldandi viðgerð av møguligum norðurlendskum tiltøkum fyri at styrkja hesi smáu mál.

? Málini eru undir trýsti uttanífrá, og teir mest dapurskygdu spámenninir hava greitt ráðnum frá, at um fimti ár verða flestu av smáu málunum í heiminum burtur. Ráðið er tí hugað fyri at viðgera hesi døpru útlit og møguliga hjálpa, so hesin spádómur ikki gongur út, sigur Jørgen Niclasen.


Samstarv við Útnorðurráðið

Samstarv er eisini fingið í lag millum Útnorðurráðið og Norðurlandaráðið, eitt samstarv sum báðir partar eru sinnaðir at styrkja.

Jørgen Niclasen, sum var næstformaður í Norðurlandaráðnum, hevur tikið seg úr Ráðnum og í hansara stað er komin norðmaðurin Svein Ludvigsen. Nú Jørgen Niclasen er valdur formaður í Fíggjarnevndini, metti hann ikki, at hann kundi røkja bæði størvini til lítar.

Jógvan við Keldu og Dan Petersen sita í Norðurlandaráðnum nú.