Norðurlendskir starvsbrøður øtaðust

Tað finst ongin umbering fyri hendingini við opna hekkuportrinum á Galaxy, eru norðurlendskir maskinmeistarar samdir um

Í hesi vikuni hevur seinni hálvárligi fundurin hjá NMF (samstarvsfelagsskapurin hjá norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum) verið íi Malmø í Svøríki, og har øtaðust umboðini fyri feløgini, tá greitt varð frá málinum við Galaxy, sum sigldi um Suðuroyarfjørð við hekkuportrinum á glopp.

 

Fráfarandi forsetin í NMF, Odd Rune Malterud, varastjóri og fakligur leiðari í Det norske maskinistforbund, Dnmf, er formaður í nevndini fyri trygd á sjónum í altjóða flutningsarbeiðarafelagsskapinum ITF, og hevur í nógv ár verið í fremstu røð, tá tað ræður um trygd og trygdarspurningar í IMO-høpi. Hann var púra avgjørdur um, at slíkt, sum hendi umborð á Galaxy, ikki eigur at koma fyri. Port state control - í hesum føri Sjóvinnustýrið - skuldi verið fráboðað alt fyri eitt, og tað skuldi lagt skipið, til vissa var fingin fyri, at viðurskiftini komu í rættlag, sigur hann.

 

##med2##