Eldur í teilenska skipinum Mayuree Naree eftir álop í Hormuzsundinum 11. mars. Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Noreg bannar norskum skipum at fara í Hormuzsundið

Norskir myndugleikar banna skipum undir norskum flaggi at fara inn í Hormuzsundið.

Eldur í teilenska skipinum Mayuree Naree eftir álop í Hormuzsundinum 11. mars. Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Skip undir norskum flaggi hava fingið forboð fyri at koma inn í Hormuzsundið. Tað er norska sjóvinnustýrið, sum bannar skipum undir norskum flaggi at sigla gjøgnum Hormuzsundið.

Tað upplýsir norska sjóvinnustýrið í tíðindaskrivi í dag.

– Vit meta ikki, at nøkur reiðarí ætla at sigla inn á hetta økið í nærmastu framtíð, sigur sjóvinnustjórin Alf Tore Sørheim í tíðindaskrivi og leggur afturat:

– Men sum støðan hevur ment seg, er tað týdningarmikið hjá okkum at leggja dent á, at vit nú fara frá einum sterkum tilmæli viðvíkjandi skipaferðsluni í økinum til eitt bann fyri at koma inn í Hormuzsundið.

 

/Ritzau/

 

 

Eldur í teilenska skipinum Mayuree Naree eftir álop í Hormuzsundinum 11. mars. Handout/AFP/Ritzau Scanpix