Noreg er sum Liktinstein

Týskland skal í næstum spæla ímóti Liktinstein og Wales í HM-undankappingini, og teir fyrireika seg til hesar dystir við at spæla ímóti Noregi. Hetta er ikki heilt tilvildarligt, sigur venjarin.

- Dysturin ímóti Noregi er ein týðandi roynd fyri okkum. Noreg fer at spæla líka verjukent, sum Liktinstein og Wales spæla, sigur Joachim Løw sambært VG.