Noreg vann tepurt á Týsklandi

Noreg vann í kvøld 28-26 á Týsklandi í millumbólkafinaluni í HM í manshondbólti í Svøríki og Póllandi.

 

Norski málverjin Torbjørn Bergerud hevði nógvar góðar bjargingar síðstu fimm minuttirnar og tryggjaði NOreg sigurin á Týsklandi í HM í manshondbólti í Svøríki og Póllandi. Mynd: Stian Lysberg Solum/Ritzau Scanpix

Noreg skal spæla ímóti Spania í fjórðingsfinaluni, og Týskland skal møta Frankaríki.

Tað er greitt, eftir at Noreg vann 28-26 á týskarum í síðsta dystinum í millumbólki 3 í pólska býnum Katowice.

Týskland var frammanfyri veinum einum máli, tá átta minutti vóru eftir, men eitt stórt málmansavrik hjá Torbjørn Bergerud í síðstu fimm minuttunum gav norðmonnum sigurin.

Týskarar høvdu fatur á norðmonnum allan vegin. Tað var serliga takkað verið bakkinum Juri Knorr, sum skoraði átta ferðir, og málmaðurin Andreas Wolff, sum fleiri ferðir helt týskara rinni í dystinum.

Noreg fekk ta perfektu byrjanina í dystinum við tveimum bjargingum hjá Kristian Sæverås, og so legði strikuspælarin Petter Øverby Noreg á odda 4-1, áðrenn fimm minuttir vórðu spældir.

Týski bakkurin Juri Knorr vildi tað øðrvísi og saman við málmanninum Andreas Wolff, sum í løtum dróg gardinurnar veruliga fyri málið, var hann avgerandi fyri, at Noreg ikki fór lagt framum.

Tí Noreg megnaði ikki at sleppa undan týskarunum. Og hvørjar ferð tað tyktist, at tað skuldu vera fleiri enn tvey ella trý mál á muni, megnaði Wolff at bjarga.

Tí fór Noreg til hálvleik frammanfyri 18-16.

Eftir steðgin hildu liðini fram at stríðast. Noreg hevði trupult við at fáa hol á. Og Juri Knorr stýrdi verjuni væl.

Og tá átta minuttir vóru eftir kundi Týskland á fyrsta sinni í dystinum leggja seg frammanfyri, tá Jannik Kohlbacher varð spældur fríur á strikuni.

Eftir tvey keðilig álop var oddastøðan aftur vend. Og Noreg vann dystin 28-26.

/ritzau/ 

 

Norski málverjin Torbjørn Bergerud hevði nógvar góðar bjargingar síðstu fimm minuttirnar og tryggjaði NOreg sigurin á Týsklandi í HM í manshondbólti í Svøríki og Póllandi. Mynd: Stian Lysberg Solum/Ritzau Scanpix