Noreg hevur sett í verk ein nýggjan revsipakka móti Russlandi.
- Nýggi pakkin samsvarar við 19. revsipakkan hjá ES, sum Noreg tekur undir við, sigur norska stjórnin í tíðindaskrivi.
Víst verður á, at russiska álopskríggið gongur hart útyvir silvilfólkið í Ukraina.
- Við nýggja pakkanum verða framhaldandi tiltøk sett í verk móti eitt nú russiskari orku, bankum og krypto-keypsskálum.
Norski uttanríkisráðharrin sigur, at málið er at gera tað truplari hjá Russlandi at fíggja álopskríggið móti Ukraina.
Espen Barth Eide leggur aftrat, at Noreg eisini fylgir ES-viðtøkunum um at skipa rørsluna hjá russiskum diplomatum í Evropa.










