Norlink: Góð tænasta við kappingarførum prísum 

- Størsti parturin av okkara kundum eru fyritøkur og vinnukundar, men eisini privat kundar, sigur stjórin í Norlink Cargo Express, Jóhann Simonsen.

Norlink Cargo Express varð stovnað við tí endamáli at bjóða kundum sínum eina hurð til hurð tænastu, bæði flogfrakt og sjófrakt.

- Vit heinta og senda um allan heim, bæði express og eisini lágprís-sendingar, har flutningskostnaðurin er avgerandi. Vit royna allatíðina at tillaga okkum tørvin og gera tað so einfalt sum gjørligt fyri kundan.  

Tað sigur stjórin í Norlink, Jóhann Simonsen.

- Størsti parturin av okkara kundum eru fyritøkur og vinnukundar, men eisini privat kundar. Ofta er talan um flytigóðs og um ymiskt, sum kundar hava funnið á netinum, tað verið seg innbúgv, maskinur, amboð og annað.

##med2##

Tað er sera einfalt at flyta við Norlink.

- Okkum tørva bert eitt tlf. nr. ella teldupostadressu hjá einum útlendskum avsendara, og vit avgreiða flutningin uttan trupulleikar. Um kundin vil hava tilboð, skal hann bert upplýsa okkum post nummar, vekt og kubik, og vit svara beinanvegin, sigur Jóhann Simonsen.

Norlink hevur egna deild í Keypmannahavn og Århus. Nógv vøra kemur inn gjøgnum vikuna, og hvørt fríggjakvøld verður alt sent til Føroya og verður leverað mánamorgun.   

##med3##

- Vit eru at hitta sjey dagar um vikuna, 24 tímar um døgnið á telefon 308282 / 588282. [email protected]

Kundar eru eisini vælkomnir til at uppgeva okkara adressur í Danmark, tá bílagt verður, sí adr. niðanfyri: 

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

 

 

- Vit heinta og senda um allan heim, bæði express og lágprís-sendingar, sigur Jóhann Simonsen.