Er normeringin á dagstovnum í Tórshavnar kommunu veruliga lægri enn aðrastaðni í landinum?
Sum mamma at smábørnum vil eg ikki longur bara standa og hyggja at, uttan at úttala meg um viðurskiftini á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu. Eg kann sjálvsagt ikki úttala meg um allar stovnar, men eg havi gjørt mínar egnu royndir og havi tosað við onnur foreldur sum eru samd í mínum sjónarmiðið um at støðið ikki er nøktandi. Eisini hava eg fingið eina ábending um at normeringin í Havn er verri enn aðrastaðni í landinum. Er hetta veruliga so? Viðmerkið gjarna!
Sum foreldur vita vit ikki hvønn ella hvat vit lata okkara dýrabarasta, okkara børn, upp í hendurnar á, men vit hava álit á at børnini verða væl ansað tá vit koyra tey á stovn. Vit hava álit á at námsfrøðingarnir og onnur starvsfólk hava yvirskot til at verða góð við okkara børn og uppfylla teirra grundleggjandi tørv á at fáa at eta, sleppa at røra seg, fáa nærveru og samveru, at verða sædd sum menniskju.
Figgjarligu karmarnir á stovnum eru als ikki nøktandi. Her hugsi eg ikki bara um at nokk av fígging ikki er avsett til økið, men at fíggjarliga skipanin als ikki er nøktandi. Tað eigur ikki at verða soleiðis at t.d. sjúkrameldingar gera at stovnar mangla starvsfólk, tí teir ikki hava fígging til at seta onnur í staðin. Hetta eigur at verða betri stýrt, soleiðis at stovnar ikki verða fíggjarliga raktir av sjúkrameldingum og námsfrøðingum sum fara í barsil. Tal av starvsfólkið eigur undir ongum umstøðum at verða ávirka av øðrum viðurskiftum á stovninum.
Vit eiga at bjóða eitt hægri ansingarstøðið í ár 2016. Vit eiga at kunna bjóða okkara børnum eina góðskutryggjaða ansingarskipan, har nøkur minstakrøv verða sett, bæði viðvíkjandi ansing, kosti og kørmum á stovninum. Mítt ynski er, at eitt lágmark verður sett fyri normering eins og í fysiskum kørmum á dagstovnunum. Fyri at hetta skal verða møguligt, skal neyðuga orkan setast av til hetta. Um eg fái møguleikan, fari eg at arbeiða fyri at betra um hesi viðurskifti.