Fiskivinna
Partrolararnir, Nornagestur og Kolumbus, sum vanliga leggja veiðina upp til Sandoy Seafood, eru í løtuni á beding á Tórshavnar Skipasmiðju. Skipini hava ligið nakrar dagar, og væntandi fer bedingsarbeiði at taka einar tvær vikur aftrat.
Á Sandoy Seafood hava tey tó nóg mikið at gera, tí virkið keypir fisk á uppboðssølu til virkingar á Sandi og í Skopun.
Nakað av útróðri er eisini, bæði á Sandi og í Skopun, og frægastu bátarnir koma uppí eini 1200 pund á snellu. Meginparturin av veiðini er toskur 3 og 4.
Enn er línuútróðurin ikki byrjaður, men tað verður helst nakað skjótt, nú liðið er so mikið út á heystið.