Norröna gjørt roktúr

So nógv ferðafólk og bilar vóru til túrin hjá Norrönu úr Hanstolm til Føroya leygarkvøldið, at Claire mátti hjálpa til at føra bilarnar yvir um hav

Um vikuskiftið flutti Smyril Line 960 ferðafólk og 276 akfør úr Danmark til Føroya. Umborð á Norrönu var bert pláss fyri 236 av akførunum, og tí máttu 40 av teimum flytast vestur um hav við Claire, ið reiðaríðið vanliga nýtir á farmarutuni millum Føroyar og Danmark.

Áki Jespersen, deildarleiðari á ferðafólkadeildini hjá Smyril Line, sigur, at orsøkin til at so nógv fólk og akfør vóru við á júst hesum túrinum hjá Norrönu er tann, at skúlarnir byrjaðu aftur í gjár. Tað er vanligt, at nógv fólk er við tann túrin, ið er beint áðrenn skúlarnir byrja aftur, sigur hann. Men tó hava aldri so nógv akfør verið við á einum túri, sum hesuferð. Orsøkin til, at tað bar til at flyta so nógv akfør var tann, at reiðaríðið eisini hevur farmaskipið Claire til taks.

? Vit buðu fólki møguleikan at fáa bilin fluttan við Claire, tí Norröna var full, og hetta tóku fólk væl undir við, sigur Áki Jespersen og leggur afturat, at onkran túr í august verður aftur neyðugt at flyta nøkur av akførunum við Claire, tí Norröna er fullsett.

Gjaldið fyri at fáa bilin fluttan við Claire er tað sama, sum varð hann fluttur við Norrönu.

Í løtuni harbeiðir Smyril Line við einari ætlan um nýggja størri ferju í staðin fyri Norrönu, men tað ganga tó nøkur ár, áðrenn nýggja skipið er klárt.