Tað er farið at merkjast á ferðafólkatalinum um flogvøllin í Vágum, at Norrøna er farin undir sigling millum Havnina og Hanstolm. Frá flogvvøllinum kunnu tey siga frá einari minking í ferðafólkatalinum í januar í ár, samanborið við januar í fjør. Talan er um eina minking á 1,7 prosent. Í januar 1998 ferðaðust nevniliga 7.975 fólk um flogvøllin, meðan talið fyri januar í ár er 7.839 ferðafólk.
Hjá Statens Luftfartsvæsen á flogvøllinum í Vágum siga tey, at tey meta, at tað er Norrøna, ið skapar munin í ferðafólkatalinum. Í desember 1998 flugu færri fólk um flogvøllin enn í desember 1997, og halda tey orsøkina vera jólatúrin hjá Norrønu.