Fólk í Kollafirði og á Signabø vórðu í gjár vitni til, at flaggskip okkara, Norröna, legði at í nýggju havnini á Oyrareingjum.
Peter Holm, stjóri í Smyril Line, sigur tó, at hetta verður ikki dagligur kostur.
- Orsøkin til, at vit valdu at fara inn á Oyrareingir er, at veðrir var heldur ólagaligt, og so vildu vit fegnir royna nýggju havnina har inni, sigur Peter Holm.
Hann sigur, at alt riggaði sera væl í hesum sambandi.
Har var gott av koma at. Viðurskiftini í sambandi við rampan eru sera góð, opg har er eisini gott hjá ferðafólki at koma umborð og í land. Men kortini er tað ikki so, at Norröna fer at sigla upp á Oyrareingir í framtíðini.
- Tórhavn er framvegis høvuðshavnin hjá Norrönu, og tað er eisini her bestu fasilitetirnir finnast. Ánirnar eru somuleiðis framvegis eykahavnin hjá okkum, men tað skerst ikki burtur, at nýggja havnin á Oyrareingjum gevur okkum enn fleiri møguleikar, sigur Peter Holm.
Tað er sostatt ikki óhugsandi, at um Norröna ikki sleppur at kei í Havn, hevur hon møguleikan at fara inn á Oyrareingir.
- Har er gaman í einki torn hjá ferðafólkinum at koma í land í, so vit mugu í einum slíkum føri nýta bildekkið. Men Oyrareingir er so ein møguleiki, sigur Peter Holm.