Fyrradagin skrivaðu Smyril Line og samskiftisfelagið MCP undir nýggja GSM avtalu, sum gongur til apríl 2013. Harafturat fær Norröna eisini GPRS, CrewSim og WLAN Mikudagin 18 februar longdu Smyril Line og Maritime Communications Partner verandi GSM avtalu til 2013. Henda avtala, sum hevur verið síðan 2005, ger, at GSM netið umborð á Norrönu fram til 2013 eisini verður veitt av MCP.
Afturat verandi GSM avtalu, hava Smyril Line og MCP eisini gjørt eina avtalu um, at Norröna nú eisini fær tænastur sum GPRS, CrewSim og WLAN.
- Í nýmótans heiminum við tráðleysari tøkni eru fólk von við at kunna samskifta allastaðni og til allar tiðir. Ferðafólk eru spent til at deila teirra upplivingar umvegis myndir á fartelefonum, ella við at leggja myndir út á heimasíður so sum Facebook. Til tess at kunna gera hetta, meðan tú ert umborð, er neyðugt at skipið hevur støðugt og álítandi tráðleyst net, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari í Smyril Line.
- Kravið um at vera ?á? er vaksandi frá øllum aldursbólkum, og tí er møguleikin fyri tráðleysum sambandi ein týðandi partur av samlaða siglingarpakkanum, vísir Jákup Sverri Kass á.
CrewSim avtalan inniber, at starvsfólkini umborð á Norrönu kunnu keypa sær eitt slag av talutíðarnummari at hava umborð.
GPRS er eitt tráðleyst telefonkervi, ið ger tað møguligt at flyta dátu umvegis telefonkervið og at ferðast á alnetinum.