Á Norrønu eru tey til reiðar at taka ímóti corona-virus

Norrøna hevur fingið sær útgerð umborð, skuldi onkur verðið smittaður

Eisini Norrøna hevur fyrireikað seg til at onkur ferðafólk, ella onkur av manningini, skuldi verðið smittað við í nýggja corona-virussinum, sum kallast covid-19.

Tað sigur Bogi Petersen, skipari, í tíðindunum á útvarpsstøðini, FM1.

Í gjár skrivaðu íslendskir miðlar um, at myndugleikarnir høvdu havt samband við Norrønu í sambandi við smittuvandan við cocvid-19.

Men Bogi Petersen sigur, at talan var um eina óformliga vitjan, har myndugleikarnir vildu kunna seg um, hvussu tilbúgvingin er umborð á Norrønu.

Og hann sigur, at tey hava fyreikað seg.

Tíðindini í Íslandi í gjár fingu leysasøgur at ganga um, at Norrøna var sett í karantenu, men tað er einki hald í tí, sigur skiparin.

Hann sigur, at tey bíðaðu eftir veðri og Norrøna hevur eisini loyst av Seyðisfirði tíðliga í morgun hevur siglur nú við kós ímóti Føroyum.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr skiparan greiða frá.