Norra er ikki besta valið av mótstøðu

Manslandsliðið: Tað sigur landsliðsvenjarin, sum ætlar at gera nógvar broytingar í dystinum

Mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hópin, sum skal spæla tveir dystir í novembur. Fyrri dysturin, sum verður 16. novembur móti Norra, er ein venjingarlandsdystur.

 

Tað er krav frá UEFA, at føroyska landsliðið skal spæla 10 dystir um árið. Tá tað nú bara eru fimm lið í EM-undankappingarbólkinum, gevur tað bara átta dystir. Tvær ferðir móti Albania, Kekkia, Póllandi og Moldova.

 

Fyrr í ár spældi føroyska manslandsliðið venjingardyst móti Norðurmakedónia, eftir at hava spælt móti Moldova. Nú liggja dystirnir umvent. Vit spæla móti Norra fýra dagar áðrenn dystin í Albania.

 

Hartil er Norra eitt væl sterkari lið enn Norðurmakedónia og eitt nú Kosovo, sum vit spældu ímóti í novembur í fjør. Tí minnir hetta eitt sindur meira um marrudystin móti Kekkia í novembur í fjør, tá vit taptu 5-0.

 

- Hetta er kanska ikki besta valið av mótstøðu. Tað hevði verið betri við eini veikari mótstøðu, men hetta var tað vit kundu fáa, sigur Håkan Ericson, ið væntar at brúka allar útskiftingarnar í dystinum.

 

- Til ein slíkan dyst kunnu vit gera seks útskiftingar og tað koma vit at gera. Vit hava nakrar spælarar við, sum vit ikki hava spælt inn enn og tað vilja vit gjarna brúka ein slíkan dyst til, sigur landsliðsvenjarin.

 

Hann er ikki í iva um, at Norra kemur við einum sterkum liði. Norskur fótbóltur hevur í løtuni fleiri ungar evnaríkar spælarar á veg, sum gjarna vilja vísa seg á landsliðnum. Tí verður talan heldur ikki um eitt eykalið, umframt at landsliðsvenjarin vil hava nakrar av profilunum á vøllin, so teir eru til reiðar móti Albania.