Norrøna fer aftur at sigla upp á Vág, nú hon eftir ætlan skal avloysa Smyril, tá ið hann fer í dokk í januar.
Sostatt fer ferðasambandið ímillum Havnina og Suðuroy enn einaferð at ganga umvegis Vág í einar tríggjar vikur stutt eftir nýggjár.
Norrøna brúkti eisini havnarlagið í Vági, tá ið hon avloysti Smyril fyrr í ár.
- Tillagingar vórðu gjørdar á havnarlagnum í Vági og tað vísti seg at rigga sera væl, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line.
Hinvegin er ikki nevnivert av ábótum gjørdar á ferjuleguni á Krambatanga, so stjórin í Smyril Line sær ikki fyri sær, at tað verður nøkur broyting í, hvar í Suðuroy, Norrøna fer at sigla.
Men tað var ikki uttan svørðsslag, at Norrøna sigldi upp á Vág, seinast hon avloysti Smyril og málið varð enntá reist í Løgtinginum.
Eitt nú fanst Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og borgarstjóri á
Tvøroyri, hvassliga at, at peningur varð brúktur upp á at gera tillagingar í Vági, ístaðin fyri at gera neyðugu ábøtur á ferjuhavnina á Krambatanga, so at Norrøna kundi sigla har.
Eftir tað vórðu ávísar ábøtur gjørdar á Krambatanga, men tær eru verri enn so nóg mikið til at Norrøna kann brúka Havnina.
Á Landsverk verður upplýst, at havnin at Krambatanga var styrkt, so at hon toldi skip við so krftigum skrúvuvatnið, sum Norrøna hevði.
Men á Landsverki halda tey, at fyri at tað skal vera ráðiligt at lata so stórt skip, sum Norrønu, brúka ferjuleguna, serliga á vetraregi, krevjast nógv fleiri ábøtur.
Eitt er, at ein grynna er beint í innsiglingini og hon má spreingjast burtur fyri at gera innsiglingina nóg djúpa til eitt skip sum Norrønu.
- Tað er umleið ein metur, sum skal spreingjast omanav, so at dýpið verður minst 9,5 metrar á miðalvatni.
Á Landsverki verður sagt, at tað arbeiðið er ikki serliga umfatandi og verður gjørt í allarnæstu framtíð.
Men harafturat kemur, at tað skulu bæði pullartar og fendarar gerast á ferjuleguna, tí Norrøna er so nógv størri enn Smyril.
Í ivaveðri er eisini neyðugt, at Norrøna hevur atløgubryggjuna út eftir molanum at fella inn á, skuldi tað verið neyðugt.
Og tað er molin alt ov stuttur til.
Hann er eisini nakað stuttur til Smyril, men fyri at hann skal vera nóg langur til Norrønu, skulu einir 30-40 metrar av atløgubryggju gerast afturat, umframt pullartar og fendarar.
Sostatt er neyðugt at gera ábøtur á ferjuleguna á Krambatanga fyri nakrar milliónir, áðrenn tað er ráðiligt hjá skipi sum Norrønu at brúka hana, sigur Landsverk.