Bengt, ið er ættaður úr Nesodden nærhendis Oslo vísir nú fram 23 av akryl-málningum sínum.
Málningarnir á framsýningini hava sítt útgangsstøði í bókmentum. Ella, sum Bengt sjálvur sigur tað: Teir eru vorðnir til av íblástri úr ávísum yrkingum og tekstum.
At hann júst framsýnir í Havn hevur eisini sína orsøk: Hann hevur gamlar vinir í býnum. Hesir kenna hann sum málara, og ikki bert sum ein skrivandi mann.
Tá hann var yngri málaði hann nógv, men fyrst nú, hann er vorðin pensjónistur, hevur hann tikið pensilin fram aftur og er farin at mála.
Bengt er meiri kendur í Noregi sum rithøvundur og blaðmaður. Hann hevur eisini skrivað eina nógv umtalaða bók um ta politisku øldina 1900 til 2000.
Framsýningin lat upp í gjár og er opin fram til týsdagin í næstu viku.