Í Noregi eru tey ógvuliga glað fyri vetrarleikirnar, og einki undantak eru ársins leikir í Sochi, har Noreg í løtuni hevur vunnið flest heiðursmerki (13).
Týsdagin vóru tvær av stjørnum Noregs, Ola Vigen Hattestad og Maiken Caspersen Falla, í gongd við skíðsprint, tá ið tey á fleiri norskum sjúkrahúsum varnaðust ovurstóra ferðslu á alnetinum. Fólk fylgdu við kappingini á alnetinum, og serliga var tað stroymingin av kappingini, sum lastaði sjúkrahúsini.
- Meðan kappingin var í gongd týsdagin varnaðust vit ovurstóra ferðslu á gestanetinum. Ov nógv ferðsla kann elva til slit í umráðandi skipanum hjá okkum, sigur Trude Julie Dommerud frá Sykehuspartner við norska blaðið VG.
Ovurstóri áhugin fyri OL kann tískil elva til ovurtrýst á skipanir, sum eru ætlaðar sjúklingunum, og tískil verður alnetið kvett fram til OL er av.
Tað er serliga har suðuri og har eysturi í landinum, at sjúkrahús varnaðust ovurnýtsluna. Sykehuspartner mælir áhugaðum til at nýta sjón- og útvarp, sum framvegis vera tøk hjá OL-áhugaðum.