Norski fiskaútflutningurin setti aftur met

Sjeynda árið á rað setti virðið á norska fiskaútflutninginum met í 2010 við 53,8 milliardum norskum krónum, sum var 9,1 milliardir krónur meiri enn í 2009. Ein stór orsøk var, at prísurin á laksi var tann besti tey seinastu 21 árini, samstundis sum norska alivinnan ongantíð hevur alt so nógvan laks sum í fjør.

Norðmenn útfluttu laks og laksavørur fyri góðar 31 milliardir norskar krónur í fjør, og tað var næstan átta milliardir krónur meiri enn árið fyri.

Frakland er størsti fiskamarknaðurin hjá norðmonnum. Í fjør keyptu teir fyri 5,3 milliardir norskar krónur. Størsti vøksturin var harafturímóti á kinesiska marknaðinum, sum keypti norskar fiskavørur fyri 3,1 milliardir krónur í fjør, og tað var ein milliard meiri enn í 2009, skrivar Aftenposten.