Norski Remi spælir á føroyskum útgávum

Norski trummuspælari Remi Fagereng er í hesum døgum og spælir Í JakZac Studio í Havn.

Hevur tú fylgt við føroyskum tónleiki seinastu tvey árini, so hevur tú eisini lagt merkið til eitt rættiliga fast norskt innslag.

Talan er um trummuleikaran Remi Fagereng. Hann kom til Føroya í 1995 og virkaði sum lærari og Tórshavnar Musikkskúla.

Og hóast hann fór til Norergs aftur á sumri 1996, so hevur hann vitjað dúgliga aftur í Føroyum.

Hann spældi við í Skeyk í Norðurlandahúsinum í fjør. Fyrsta fløgan, hann spældi við á, var útgávan hjá Mark No Limits fyri skjótt tveimum árum síðan.

Jóhannus á Rógvu Joensen hevur eisini trúliga brúkt Remi á flestu av teimum útgávum, hann hevur produserað ? eitt nú útvarpsfløgurnar, Skeyk og Síðsta Skríggj.


Jákup bílagt Remi

Hesaferð er tað so Jákup Zachariassen, ið hevur fingið norska trummuspælaran hendavegin.

? Vit eru í gongd við trý ymisk projekt, og tá tað skuldi arbeiðast skjótt og gott, so settu vit okkum í samband við Remi.

Og norski trummuleikarin hevur arbeitt sera skjótt. Longu fyrsta dagin hevði hann spælt inn allar trummurnar til komandi fløguútgávu hjá Peturi Jacobsen. Talan er um popptónleik, ið hevur nakað av westcoast dámi yvir sær.

Eisini ein útgáva við Edmund Jacobsen er á skránni. Føroyski rocksangarin, sum er kendur frá Chase og Rockmonnum, hevur seinastu árini búð í Danmark. Í summar verður hann so klárur við eini nýggjari poprock solo-útgávu á enskum.


Nógv brúktur

í Noregi eisini

? Mær dámar sera væl at koma henda vegin og spæla, sigur Remi, ið er kendur fyri at vera sera lættur og seriøsur at arbeiða saman við ? líkamikið hvat slag av tónleiki talan er um.

Eisini í Noregi er boð eftir manninum, sum býr í Hønefoss, ið liggur tætt við Oslo.

Remi skal til Barcelona við einum kóri í næsta mánað. Og so spælir hann við rúgvu av minni bólkum eisini.

? Tað, sum eg tó eri mest spentur upp á, er ein komandi fløga við brit-popp-bólkinum Mad Day Out. Hetta er ein nýggjur bólkur, og vit hava júst fingið ein plátusáttmála. Ætlanin er at fløgan skal koma út í summar.


Lurtar eftir Van Halen

Remi er kendur fyri at fevna vítt tónlistarliga. Hann er útbúgvin á konservatorium í Kristianssand.

Seinastu árini hevur hann arbeitt og lurtað nógv eftir sokallaða westcoast tónleikinum, har trummuspælarar so sum Steve Gadd, Winnie Colaiuta, John Robertson og Jeff Porcaro, sáli, eru kongar. Tað hoyrist eisini á hansara spæli.

? Seinastu tíðina havi eg tó lurtað mest eftir gomlum Van Halen fløgum! Eg eri í løtuni eitt sindur troyttur av tí poleraða tónleikinum, sigur Remi.

So gongur leiðin aftur í studio at spæla fleiri sangir inn.