Fótbóltur
Hóast hann er vorðin 33 ár, so er andiltsbráið enn hitt sama. Mest sum líkur einum smádreingi tykist Ole Gunnar Solskjær vera alt annað enn ein tann vandamesti framherjin í enskum fótbólti.
Men at útsjóndin ikki er tað, sum maðurin skal metast eftir, hevur Solskjær langt síðani prógvað. Tey vóru annars mong, sum høvdu hug at rysta á høvdinum, tá Alex Ferguson á sumri 1996 langaði nærum 20 mió kr. á borðið til norska Molde fyri áleyparan. Men skjótt var fatanin hjá hesum broytt.
Fyrsta árið var annars mest roknað sum lærlingaár í enska stórfelagnum, men tað gekk tó ikkki long tíð, áðrenn Olé fór at gera um seg. Fyrstu ferð hann varð skiftur inn, var í heimadystinum móti Blackburn Rovers. Støðan var tá 2-1 til gestirnar, men longu fyrstu ferð Solskjær fekk bóltin, var mál á skránni. Og síðani hugdi hann nærum ongan tíð aftureftir.
Super-Sub
Bæði hjá áskoðarum og venjara felagsins hevur Solskjær øll árini verið millum avgjørdu favorittarnar, men aloftast hevur talan kortini verið um pláss á beinkinum. Ikki minst, tí Manchester United hevði áleyparar sum Cantona, Cole, Yorke og Sheringham í hópinum.
Men funnu hesir ikki meskarnar, var sjáldan nakar tryggari útvegur hjá Ferguson, enn at tveita the baby-faced assasain á vøllin. Eitt eyknevnið, smádreingja-útsjóndin saman við máltevinum syrgdi fyri.
Og tað var ikki minst honum at takka, at United upplivdi søguliga treble-árið í 1999. Í fjórðingsfinaluni móti Liverpool var Solskjær maðurin, sum í seinasta minuttinum skeyt Manchester víðari. Søgulig var innskiftingin eisini, tá hann móti Nottingham Forest skeyt fýra mál upp á 13 minuttir, og so ikki at gloyma Champions League finaluna móti Bayern München á Camp Nou í Barcelona. Her vóru týskararnir oman á størsta partin av dystinum. Men í 89. minutti javnaði Sheringham, og so var tað, at Solskjær í yvirtíðini sendi stóra steypið til Old Trafford fyri fyrstu ferð í 33 ár.
Skaddur í finaluni
Men hóast hesi hæddarpunkt ivaleyst mest sum skugga yvir restini av avrikum hansara, so er fáur, sum hevur sama máltal sett í lutfalli til spælitíð. Áðrenn skaðarnir byrjaðu at plága hann í 2003/04, hevði hann imponerandi 116 mál í 311 dystum. Eitt tal, sum gerst enn meira imponerandi, tá atlit verður tikið til, at hann aloftast byrjaði á beinkinum. Ikki fyrr enn í 2003/2004 varð hann at rokna sum fastur maður, og nú var tað saman við Ruud van Nistelrooy, at málini vórðu send inn um mótstøðuverjurnar.
Men so fóru skaðarnir at gera um seg. Trupulleikarnir við knænum byrjaðu annars longu í sekundunum eftir Europiska gullið, tá hann í fagnaðinum lendi keðiligt á knøunum, men í 2003 gjørdist heilt galið. Solskjær noyddist undir skurð, og í fyrstu atløgu var steðgurin fimm mánaðir.
Tolið verður lønt
Hetta munaði tó lítið, og fylgjandi viðgerðir tóktist hava við sær, at yrkisleiðin var mest sum liðgt. Alex Ferguson, sum nú eisini hevði fingið eitt Sir aftur at navninum, stuðlaði tó treytaleyst tolna málskjúttanum, og hóast eingi útlit vóru fyri fleiri dystum, fekk hann nýggjan sáttmála.
Og lønina fyri hetta fær Ferguson nú. Solskjær hevði longu í fyrstu dystunum prógvað, at máltevið var við at koma aftur. Og sunnudagin gjørdi hann bart. Í einum dysti, har Manchester United sat á tí mesta, var hann einasti maðurin, sum megnaði at finna meskarnar, og við tveimum málum sendi hann liðið ovast á stigatalvuna.
Hvørt teir so megna at halda sessinum, er ein heilt onnur søga. Men tað er púra vist, at Manchester United hevur illa ráð at vera lítla normannin fyriuttan í royndini at halda Chelsea aftan fyri seg.
---
Fakta
Ole Gunnar Solskjær
Hædd: 178 cm
Vekt: 70 kg
Pláss: Áleypari
Nummar: 20
Føddur 26. februar 1973 í Kristiansund, Noreg
Fyrrverandi feløg: Clausenengen F.K. (109 dystir/115 mál), Molde (42/31)
Dystir/mál, Man Utd.: 346/122
Landsdystir/mál: 65/23
Eyknevni: Baby-Faced Assassin, Supersub, Ollie, 20Legend