Tað er ikki bara í Føroyum, at fiskimenninir gerast færri og færri. Tað sama er galdandi í Noregi, og har vísa hagtølini eisini, at meðalaldurin á fiskimonnunum hækkar í hvørjum.
Nú um ársskiftið vóru 12.030 skrásettir fiskimenn í Noregi, og tað var seks prosent færri enn fyri einum ári síðani. Umleið 9.800 vóru fiskimenn burturav, og 2.224 høvdu tað sum hjávinnu. Tann fyrri bólkurin er fýra prosent minni enn fyri einum ári síðani, og tann seinni er 12 prosent minni.
Meðalaldurin á norskum fiskimonnum er hækkaður rættiliga nógv tey seinnu árini. Í 1990 var meðalaldurin á teimum, sum vóru fiskimenn burturav, 39 ár, men í dag er hann 45,5 ár. Harafturímóti er meðalaldurin á teimum, sum hava fiskiskap sum hjávinnu, ikki broyttur. Hann liggur um 66 ár.