Norskur stuðul til fullveldi

FULLVELDI. Norskur ungdómur heitir á norsku stjórnina um at hjálpa Føroyum at gerast sjálvstøðugt land

Eitt av størstu politisku ungmannafeløgunum í Noreg, Landsfelag Mið-Ungdóma, avgjørdi um vikuskiftið at veita føroyingum sín fulla stuðul í stríðnum fyri føroyskum fullveldi.

Mið-Ungdómurin stuðlar norska Miðflokkin, sum var í stjórn saman við teimum kristiligu og Vinstraflokkinum. Hendan stjórnin fór frá í mars í ár. Síðani norski Javnaðarflokkurin við Jens Stoltenberg á odda tók við stjórnarvaldinum í Noreg, hevur Miðflokkurin verið í andstøðu.


Eingin ímóti

Per Holmen, starvsmaður í norska Miðflokkinum, væntar, at Miðflokkurin fer at taka støðu í málinum, men hann veit ikki nær hendan støða verður tikin.

- Vit fylgja væl við, hvat hendir millum Danmørk og Føroya. Vit eru ímóti ES, og hava altíð stuðlað norðurlendsku loysnina; við serligum atlitið til nærdemokratiið. Men eg veiti ikki, hvør almenna hugsanin hjá flokkinum er í hesum máli, sigur Per Holmen.

Talsfólk í ungmannafelagnum siga við Sosialin, at alt fundarfólkið tók undir við yvirlýsingini, sum stuðlar føroysku ætlanini um sjálvræði.



YVIRLÝSINGIN:


Mið-Ungdómur stuðlar føroyskum sjálvræðisstríði


Landsfundurin hjá Mið-Ungdóminum mælir stjórnini í Stórtinginum til at stuðla Føroyum í stríðnum fyri sjálvræði.

Føroyar samráðast við Danmørk um, hvussu skiftið til einar sjálvstøðugar Føroyar skal vera. Men donsku treytirnar eru somikið harðar, at føroyskt sjálvræði verður ógjørligt.

Mið-Ungdómurin heldur, at Noreg eigur at stuðla føroysku krøvunum og hjálpa Føroyum at gerast sætta sjálvstøðuga Norðurlandi.; tykist lítil ivi vera um, at nýggi Havnarbáturin hevur eins góðan møguleika at vinna á komandi stevnunum, sum hinir bátarnir í tøttu kappingini millum 10?mannafør hava.

jh