Seinasta árið hevur norska lágprísflogfelagið Norwegian tikið seg fram um SAS sum størsta norðurlendska flogfelagið, men í kjalarvørrinum av stóru framgongdini liggur ein lang røð av klagum frá viðskiftafólki.
VG skrivar í dag, at higartil í ár hevur norska Brúkararáðið fingið 96 klagur um Norwegian. Tað eru tríggjar ferðir so nógvar klagur, sum tey hava fingið um SAS, ið er næststørsta norðurlendska flogfelagið.
- Klagurnar er fyri tað mesta um seinkingar, avlýsingar, vánaliga kundarøkt og vantandi kunning, sigur Randi Flesland, sum er stjóri í norska Brúkararáðnum.
Virksemið hjá Norwegian er nógv vaksið seinastu árini, og stóri vøksturin gongur út yvir góðskuna í tænastu og virksemi.
- Norwegian gamblar við sínum viðskiftafólkum, tá ið tey ikki megna at tilrættisleggja sítt virksemi nóg væl. Eru tað viðskiftafólkini, sum skulu standa við skegginum í postkassanum, spyr Randi Flesland.
Norwegian viðurkennir, at trupulleikar hava verið við teirra virksemi.
- Vit taka hetta í størsta álvara og viðurkenna, at vit hava alt ov nógvar seinkingar og avlýsingar. Vit eru størsta flogfelagið, og tí fáa vit fleiri klagur enn onnur, men talið er ov høgt, sigur Astrid Mannon-Gibson, pressufólk hjá Norwegian, við VG.