Norwich vann í kvøld 1-0 á Manchester United á Carrow Road. Einsamalla málið skoraði Anthony Plikington.
Norwich kom á odda tá dysturin var ein tíma gamal. Javier Garrido sendi bóltin innfyri til Anthony Pilkington, sum hegnisliga stútaði bótin heilt út við handari stong.
Manchester United trýsti allan seinna hálvleik, men megnaði ikki at bróta niður verjuna hjá Norwich. Tað endaði við, at Norwich mundi økt til 2-0, skotið fór við síðuna av.
Úrslitið merkir, at Manchester City er nýtt oddalið í Premier League við einum stigi fleiri enn Manchester United.
Premier League:
Arsenal Tottenham 5-2
Liverpool Wigan 3-0
Manchester City Aston Villa 5-0
Newcastle Swansea 1-2
QPR Southampton 1-3
Reading Everton 2-1
WBA Chelsea 2-1
Norwich Manchester United 1-0
18/11:
Fulham Sunderland 16:00
19/11:
West Ham Stoke 20:00