Nostalgirokkur við gittartrupulleikum

Rokkbólkurin Jerusalem var í Føroyum 1988, tá var tónleikurin hjá teimum kanska meira uppi í tíðini. Á Fjarðafestivalinum 2007 var tað ikki minst av nostalgiskum ávum, at fólk vóru spent at hoyra teir

Ummæli



Tað var einki fjas, tá ið Jerusalem fór á pallin á veðurbarda graslíkinum aftanfyri Kelduna. Teir vildu rokka, soleiðis sum teir hava gjørt seinastu 30 árini. Teir høvdu ikki hugsað um klæðir ella annað til eyguni. Teir vildu bara spæla rokk, og við honum at fáa út boðskapin um evangeliið.

Sangarin Ulf Christiansson hevur sjálvur stovnað bólkin og hevur alla tíðina verið berandi limurin í bólkinum. Hann er ein karismatiskur oddamaður, og tað kom til sjóndar hóast regn og ljóðtrupulleikar. Hann hevur eina hása rødd, sum røkkur víða.

Ímóti endanum á konsertini gav hann sær góða tíð at greiða frá sínum vitnisburði, og hví hann helt á at spæla rokktónleik við kristnum boðskapi.


80’ini og 70’ini

Ofta vóru sangirnir bygdir upp spakuliga, og hildu á leingi. Bestu løturnar vóru, tá ið teir hildu á at leggja meira og meira orku í ein sang, og Ulf ordiliga slepti teymunum á sær.

Ljóðið var 70'arakent, meðan melodiirnar meira hoyrdu heima í 80'unum. Sangirnir vóru bæði á svenskum og enskum, eins og teir hava givið fløgur út á báðum málunum.

Menninir í Jerusalem spældu væl – so væl sum man spælur aftaná 30 ár. Ómakaleyst og samanspælt.


Gittartrupulleikar órógvaðu

Tíverri var konsertin nógv darvað av tekniskum trupulleikum. Bassurin hoyrdist mest sum ikki alla fyrru helvtina av konsertini, og verri var, at gittarin hjá Ulf ofta bleiv púra burtur. Fyrsti sangurin "City of Fire" steðgaði upp, tí Ulf ikki fekk gittaran at rigga, og í fleiri øðrum sangum sást týðuliga, at hann var frustreraður av teknisku trupulleikunum. Onkuntíð hildu hinir einum sangi koyrandi í fleiri minuttir, meðan Ulf og ein gittarkeknikari royndu at fáa tað at rigga aftur.

Men teir hildu tó á at rokka gamla eyðkenda rokkin, og tey eldru í fjøldini fingu sítt nostalgiupplivilsi. Tað segði tó ikki øllum so nógv, og fjøldin tyntist eitt sindur, tá ið tey ungu heldur vildu inn í Kelduna at kroka enn at hoyra 70'ararokk.

Konsertin hjá Jerusalem endaði á sama hátt sum hon byrjaði – við at gittarin hjá Ulf steðgaði upp og harvið sangurin. Og so takkaðu teir bara fyri seg.