Tað er nú greitt, at Løgtingið noyðist at játta 18,7 milliónir aftur til skúladepilin, Glasir, í Marknagili í Havn. Og nú hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna lagt uppskot fyri Løgtingið, har hon biður Løgtingið samtykkja at játta peningin.
Men harafturat ger Rigmor Dam greitt, at tað er neyðugt at játta pengarnar alt fyri eitt og tiskil má Løgtingið víkja frá øllum tíðarfreistum, so at málið kann avgreiðast beinanvegin.
Størsti parturin av pengunum skulu brúkast at rinda fyri ymisk arbeiði, sum eru dýrari enn væntað, men nakað skal brúkast til at fáa alt liðugt, soleiðis skúlin kann fáa endaligt loyvi til at vera opin.
Rigmor Dam sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at hetta koma ógvuliga dátt við, tí á fundum við Landsverk, hevur hon fingið vissu fyri at játtanin fór at halda.
Men nú tey eru farin at gera upp við teir ymsu arbeiðstakararnar, hevur tað víst seg, at nógvir manglar eru í verkætlanini. Tað hevur heldur ikki verið samsvar ímillum arbeiðstekningar, arbeiðsfrágreiðingar og tilboðslistar hjá ráðgevaranum, og sum eru grundarlag undir sáttmálunum, sum Landsverk hevur gjørt við arbeiðstakararnar.
Tá ið skúlin varð handaður eigaranum, staðfesti Landsverk, at fleiri feilir skuldu rættast, áðrenn skúlin kundi takast í nýtslu. Í nøkrum førum er talan um krøv, sum byggimyndugleikarnir hava sett eftir at arbeiðið varð liðugt, og sum tískil skuldu rættast, tí samsvar ikki hevur verið millum krøvini og verkætlanina hjá ráðgevanum.
Harafturat hevur talan verið um veitingar, sum ikki vóru í verkætlanini, men sum kortini eru ein fortreyt fyri at kunna brúka skúlan.
Sostatt er tað nú greitt, at tilsamans fer Glasir at kosta 655,2 milliónir krónur, men afturfyri er innbúgvið við í hesum prísinum. Og tað er eisini við, at 86,6 milliónir eru settar av í sambandi við eina ósemju ímillum Landsverk og TG-Verk um byggingina og sum er viðgerar í rættarskipanini
Men tað kann kortini verða brúk fyri enn meiri pengum, tí Landsverk sigur, at endalig uppgerð er ikki fingin frá øllum arbeiðstakarum.
Sambært Landsverki er tað ráðgevarin, sum hevur svikið, tá ið arbeiðstekningar, arbeiðsfrágreiðingar og tilboðslistar eru gjørd. Tí hevur Landsverk boðað ráðgevanum, BIG, frá einum fíggjarligum endurgjaldskravi fyri manglar og feilir í verkætlanini, sum verður gjørt upp, tá arbeiðið er liðugt.
Afturat hesum, eru ósemjur ímillum Landsverk og arbeiðstakarar fyri 7,7 milliónir um gjald fyri veitingar og verður semja ikki gjørd, verða hesi krøv løgd fyri ein gerðarrætt at taka støðu til.
Og tað er ikki heilt liðugt enn, tí eftir ætlan skal flagtekja leggjast á skúlan, og fjør vórðu sjey milliónir játtaðar til endamálið. Men tað hevur iki borið til at finna eina brúkiliga flagtekju og sostatt er arbeiðið ikki gjørt. Men peningurin, sum varð játtaður til flagtekjuna, er kortini brúktur, og skal bygningurin hava flagtekju, verður tað sosatt neyðugt við eini eykajáttan afturat til tað endamálið, sigur landsstýriskvinnan.