Í dag eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og skipini hava brúkiligan fiskiskap. Trý pør fiska gulllaks og skipini landa, sum næsta vika gongur.
- Allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju í løtuni, men væntandi loysir onkur í næstum, vita tey á Fiskarmarknaði Føroya at siga í dag.
Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at teir liggja allir við bryggju í løtuni. - Nú er ein steðgur á landleiðini í tvær vikur, men møguliga fer onkur út um landleiðina at royna.
Tað er bara eitt garnaskip til fiskiskap í løtuni. Teir fiska svartkalva, og fiskiskapurin er brúkiligur. Garnaskipið landar miðskeiðis í vikuni sum kemur.
Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at ein norskur trolari helst landar í Føroyum síðst í næstu viku. Teir eru á svartkalvaveiði.