Ferðasambandi til Nólsoyar er katastrofalt. Tað heldur Terji Rasmussen, sum hevur Maggie´s Kafé í Nólsoy
Í dag hevur hann rætt og slætt gjørt at lata aftur, tí hann fær ongar vørur ti Nólsoyar at selja.
Í farnu viku hendi tað, at Ternan mátti brádliga á beding, tí hol var komið á skrokkin, og síðani hevur lítið skil verið á ferðasambandinum til Nólsoyar.
Eitt nú hevur tað knípt at fingið farm til Nólsoyar, og tað mátti Terji Rasmussen taka avleiðingarnar av í dag.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá á FM1, hvussu støðan er.